- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilaflutningurin skerdur, men ferðafólkaflutningurin á góðari leið

Umstøðurnar til bilaflutning og farmaflutning á Suðuroyarleiðini verða nógv skerdar, tá Herjólfur III fer at sigla fyri Smyril. Tó verður ferðafólkaflutningurin á góðari leið.
Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í einum skrivligum svar til ein §52a fyrspurning frá tjóðveldistingkvinnuni, Sirið Stenberg.
Víst verður á, at Smyril tekur 200 bilar, ella 30 stór akfør, meðan Herjólfur III tekur 67 bilar. Tí verður neyðugt hjá Herjólfi III at sigla farmatúr um náttina fyri at bøta um støðuna.
530 ferðafólk
Tilsamans er pláss fyri 975 ferðafólki við á Smyrli í tíðarskeiðinum apríl - oktobur, meðan tað út frá vegleiðandi skjølum verður mett, at Herjólfur tekur 530 fólk.
Tað er tó treytað av, at alduhæddin ikki er meira enn 2,5 metrar. Tá er hámarkið 450 ferðafólk.
Men av tí at tað í fjør einans vóru 53 túrar av tilsamans 1.872 túrum, har fleiri enn 400 ferðafólk vóru við Smyrli, ogbara 25 túrar, har ferðafólkatalið var størri enn 500, metir landsstýrismaðurin, at siglingin við ferðafólki verður á góðari leið.
Leiga skipið í 16 mánaðir
Strandferðslan hevur gjørt sáttmála við íslendsku Vegagerðina um at leiga Herjólf í 16 mánaðir.
Tað fer at kosta Strandferðsluni einar sjey milliónir krónur at gera Herjólf kláran til sigling og at leiga skipið hetta tíðarskeiðið.
Arbeiðið umfatar, at Herjólfur skal til 30 ára klassing, gera eina rampu til bilar og farm og skifta gamlar bjargingarbátar út.