
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fegnast um føroysku revsitiltøkini móti Russlandi

- Føroyar fylgja revsitiltøkunum hjá vesturheiminum móti Russlandi, og tað fegnist eg um.
Tað segði Mette Fredriksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi á Tinganesi fyrrapartin:
Bárður á Steig Nielsen løgmaður, segði, at í Føroyum vera revsitiltøkini tulkað á annan hátt enn í Danmark, og tí sleppa russisk fiskiskip undan revsitiltøkum:
Revsitiltøkini raka ikki russisk fiskiskip, sum tí framvegis sleppa í føroyskar havnir.
Donsk tíðindafólk spurdu forsætisráðharran, hvat hon heldur um tað, at russisk fiskiskip framhaldandi sleppa at brúka føroyskar havnir, og at Føroyar tulka revsitiltøkini øðrvísi enn Danmark. Men hetta vildi Mette Fredriksen ikki viðmerkja, og hon vildi heldur ikki siga, um hon hevði viðgjørt henda spurningin við løgmann.