Ikki neyðugt við hjálpartiltøkum enn

Ikki neyðugt við hjálpartiltøkum enn
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sigur, at skal fíggjarlig hjálp veitast, skulu verandi skipanir brúkast, eitt nú familjuískoyti og persónlig viðbót í fólkapensjónini
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen um hjálparpakkar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.05.2022 - 08:02

Fíggjarmálaráðið mælir frá at hjálpa húsarhaldum og øðrum við pengum, sum ikki fáast við at lækka aðrar almennar útreiðslur ella hækka skattir ella avgjøld. 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, er avgjørdur, tá hann svarar spurningum frá Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnum, sum spyrja um hjálparpakkar, nú inflatiónin er vaksin so nógv.

Uni Rasmussen sigur eisini, at enn eru príshækkingarnar í Føroyum ikki so stórar sum í Danmark ella aðrastaðni í Evropa. 

Prísvøksturin í Føroyum var 4,4 prosent fyrsta ársfjórðing í ár. Hann var 7 til 10 prosent um árið í øðrum londum í Evropa, serliga tí gassið er vorðið nógv dýrari.

Og streymprísurin er ikki hækkaður enn í Føroyum.

 

Fylgja gongdini

Uni Rasmussen sigur, at Fíggjarmálaráðið fylgir neyvt við gongdini í prísvøkstrinum og metir støðugt, um neyðugt og ráðiligt er at seta í verk hjálpartiltøk frá almennari síðu í sambandi við prísvøksturin, sum sæst í løtuni.

Hetta er ikki neyðugt og ráðiligt enn, sigur hann.

 

Príshækkingarnar eru ikki so stórar sum aðrastaðni í Evropa, sigur Uni Rasmussen. (Savnsmynd: Bjarni Ártin Rubeksen)

 

Gerst neyðugt og ráðiligt at veita fíggjarliga hjálp, mælir Fíggjarmálaráðið til at brúka verandi skipanir hjá landinum til endamálið, til dømis familjuískoytið, persónligu viðbótina í fólkapensjónini ella møguleikarnar, sum eru í almannalógini.

Og, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Fíggjarmálaráðið mælir frá at brúka skattaskipanina ella broyta avgjøld ella meirvirðisgjaldið á ávísum vørum í sambandi við prísvøksturin. 

 

Tíðaravmarkað hjálpartiltøk

Fíggjarmálaráðið mælir eisini til, at møgulig hjálpartiltøk vera tíðaravmarkað, og at tey eru fult fíggjað við at lækka aðrar útreiðslur hjá landinum ella hækka inntøkurnar hjá landinum. 

Til dømis kunnu ófíggjað hjálpartiltøk gera, at prísvøksturin í samfelagnum verður enn størri og at enn størri trýst kemur á bústaðarmarknaðin.

Uni Rasmussen sigur, at flestu altjóða búskaparstovnar vænta, at prísvøksturin fer at hæsa av aftur seinni í ár og í 2023.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087