- Tíðindi, mentan og ítróttur
Farsóttarmál á føroyskar hendur

Farsóttarmálsøkið skal nú yvirtakast.
Lógaruppskot eru gjørd og send til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 24.juni.
Talan er um tvær lógir. Onnur er lógin um yvirtøkuna.
Hin er lógin um at broyta lógina um smittandi sjúkur, so myndugleikin verður føroyskur. Ætlanin er, at yvirtakast skal 1.mai næsta ár.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, bað um yvirtøkuna á landsstýrisfundi í november í fjør.
Løgd fram eftir ólavsøku
Yvirtøkumál er málsøki hjá løgmanni. Tað verður tí løgmaður, sum leggur uppskotini fyri løgtingið eftir ólavsøku..
Men tá málsøkið er yvirtikið, kemur tað undir ræðið hjá landsstýrismanninum í heilsumálum.
Umsitingarliga er ætlanin, at tær uppgávur, sum landslæknin í dag hevur við støði í donsku farsóttarlógini, verða latnar Fólkaheilsustýrinum, sum fer at virka á nýggjárinum.