- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teitur Skoubo dømdur fyri neyðtøku
Rætturin í Odense hevur í morgun dømt føroysku realitystjørnuna í Danmark, Teitur Skoubo, sekan í at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu.
Hendingin fór fram í Odense í november í fjør.
Teitur Skoubo er dømdur tvey ár og seks mánaða fongsulsrevsing og skal gjalda kvinnuni 100.000 krónur í endurgjaldi.
Teitur Skoubo, sum noktar seg sekan, kærdi alt fyri eitt dómin til hægri rætt.
Hann er nú varðhaldsfongslaður, tí dómurin er meira enn tvey ár.
Verjin kærdi eisini avgerðina um, at dómurin skal sitast alt fyri eitt. Tann partin av málinum skal landsrætturin taka støðu til fríggjadagin.
Sendingar strikaðar
Teitur Skoubo er millum annað kendur fyri at hava vunnið realitysendingina Paradise Hotel í 2019 og fyri at hava verið við í øðrum realitysendingum. Hann hevur yvir 138.000 fylgjarar á Instagram.
Framleiðarin av sendingin Paradise Hotel hevur longu boðað frá, at sendingarnar, har Teitur Skoubo er við, verða strikaðar av netinum.