Elias á Skipagøtu virðismiklasti spælari í svenskum hondbólti

Elias á Skipagøtu virðismiklasti spælari í svenskum hondbólti
Elias á Skipagøtu varð um vikuskiftið kosin "most valuable player", virðismiklasti hondbóltsspælari, í bestu svensku hondbóltsdeildini
 
23.05.2022 - 10:54

Elias á Skipagøtu varð um vikuskiftið kosin the most valueble player, virðismiklasti hondbóltsspælari í bestu svensku hondbóltsdeildini. Hann varð valdur við 55 prosent av atkvøðunum.

Harumframt varð bara 20 ára gamli hondbóltsspælarin valdur til besta spæliskipara í Svøríki. Tá fekk hann ikki færri enn 65 prosent av atkvøðunum. 

Elias á Skipagøtu hevur skorað 268 mál fyri lið sítt Sävehof í ár í landskappingini og steypakappingini samanlagt. Harumframt hevur hann skorað 69 mál í Evropa League. 

Føroyski hondbóltsspælarin og liðfelagarnir vunnu steypakappingina í ár, men ruku út í hálvfinalunum um svenska meistaraheitið. 

Í summar skulu Elias á Skipagøtu og føroysku U20-landsliðsleikararnir umboða Føroyar til HM-endaspælið fyri aldursbólkin, ið verður í Portugal í døgunum 7. til 17. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109