- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prísvøksturin: Neyðugt við hjálparpakkum

Neyðugt er at fyrireika hjálparpakkar til fólk, sum eru komin illa fyri av stóru príshækkingunum í seinastuni.
Tað tykist breið semja vera um millum stóru flokkarnar á løgtingi.
Avbjóðingin er at finna ein leist, har hjálpin kemur til teirra, sum hava mest brúk fyri henni. Og tí má einki gerast í óðum verkum, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum:
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevði í Breddanum fyrrapartin nøkur boð upp á hjálparátøk. Og næstformaðurin í Sambandsflokkinum, sum var landsstýrismaður, tá koronufarsóttin var, heldur, at landsstýrið eigur at gera eitt hugskotskatalog:
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Helgi Abrahamsen, næstformaður í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum kjakaðust um málið á Breddanum fyrrapartin.