- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóanis Erik Køtlum nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði
Jóanis Erik Køtlum nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði
Jóanis Erik Køtlum verður nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði. Hann tekur við starvinum 1. juni

Jóanis Erik Køtlum verður nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði
13.05.2022 - 10:09
Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum. Hann er eisini ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi, beint undir borgarstjóranum.
Jóanis Erik Køtlum er 56 ára gamal og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur leiðsluroyndir frá ymiskum størvum í føroyska og grønlendska heilsuverkinum, har hann millum annað hevur verið sjúkrahússtjóri og heilsuverksstjóri.
Jóanis Erik Køtlum skal avloysa Henrik Weihe Joensen, ið tók við starvinum sum kommunustjóri 1. september 2020.
14 umsóknir vóru til starvið, og eitt samt býráð tók undir við at seta Jóanis Erik Køtlum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV