Kravdu 75 mió. kr. í negativari rentu í fjør

Kravdu 75 mió. kr. í negativari rentu í fjør
BankNordik og Betri banki kravdu ávíkavist 36 milliónir og 29 milliónir inn frá kundunum í negativari rentu
Betri banki kravdi 29 milliónir inn frá kundunum í negativari rentu í fjør.
 
29.04.2022 - 15:20

Føroysku peningastovnarnir kravdu 75,2 milliónir inn í negativari rentu frá viðskiftafólkunum í fjør.

Tað vísir ein uppgerð frá Landsbankanum.

Stóru peningastovnarnir - BankNordik og Betri banki - kravdu ávíkavist 36 milliónir og 29 milliónir inn frá kundunum í negativari rentu. Smáu peningastovnarnir - Norðoya og Suðuroya Sparikassi - kravdu ávíkavist 7,6 milliónir og 1,9 milliónir inn í negativari rentu.

 

427 mió. kr. í avlopi

Tilsamans høvdu teir fýra peningastovnarnir 427 milliónir krónur í yvirskoti í fjør, eftir skatt. Av hesum koma 75,2 milliónir frá negativum rentum, ið viðskiftafólk skulu gjalda fyri at hava pengar á kontu í peningastovnunum.

Sambært uppgerðini hjá Landsbankanum eru negativu renturnar ein vaksandi inntøka hjá peningastovnunum. Í 2020 kravdu teir fýra peningastovnarnir tilsamans 52,9 milliónir krónur í negativari rentu frá viðskiftafólkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109