Tórshavnar kommuna undirskrivað níggju ára sáttmála við Gundurs Bussar

Tórshavnar kommuna undirskrivað níggju ára sáttmála við Gundurs Bussar
Nýggi sáttmálin inniber, at Gundurs Bussar longu frá byrjan av sáttmálaskeiðinum fara at koyra við elbussum á leið 4
Gundurs Bussar skal eisini reka Bussleiðina næstu níggju árini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2022 - 14:58

Tórshavnar kommuna og Gundurs Bussar hava skrivað undir nýggjan sáttmála um bussleiðina frá 1. januar 2023 til 31. desember 2031.

Gundurs Bussar keypa 15 nýggjar dieselbussar og 2 nýggjar elbussar til bussleiðina.

Nýggi sáttmálin inniber, at Gundurs Bussar longu frá byrjan av sáttmálaskeiðinum fara at koyra við elbussum á leið 4. 

Samráðast á hvørjum ári

Á býráðsfundi 24. mars varð samtykt, at umleggingin av allari bussleiðini til grøna orku skal fremjast í seinasta lagið 2027.

Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 verða týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini, sigur Tórshavnar kommuna.

Partarnir hava bundið seg til á hvørjum ári at samráðast um umlegging av uppaftur fleiri leiðum frá diesel til grønari alternativ.

 

Leið 4 og 5 lagdar saman

Í sambandi við nýggja sáttmálan verða broytingar gjørdar í ferðaætlanini soleiðis, at leið 4 og leið 5 verða lagdar saman í eina leið, sum eitur leið 4. 

Nýggja leiðin fer at bøta um møguleikarnar hjá fólki, sum búgva í Hoyvík og har um leiðir at ferðast beinleiðis við bussleiðini til vesturbýin millum annað til Glasir og Landssjúkrahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946