
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn sæst einki tekin til nakað hotell í Klaksvík

14 partafeløg og smápartafølag í Klaksvík og eitt felag á Sandi stovnaðu Víkina 1.september í 2020.
Ætlaninn varl byggja hotell í Klaksvík, sum skal hava 80 kømur, og skal liggja í miðbýnum í Klaksvík, á útfyllingini í sjónum.
Hotellið er teknað, men enn er spakin ikki settur í enn.
110 mió. kr.
Fyrst í 2020 varð roknað við, at hotellið fór at kosta 110 mió. kr.
Men tað var ein varislig meting.
Í miðbýarætlanini fyri Klaksvík, sum var gjørd í 2015, er eitt hotell.
>>SÍ MIÐBÝARÆTLANINA FYRI KLAKSVÍK
>>SÍ LÝSING AV MIÐBÝARÆTLAN Á KLAKSVIK.FO
Felagið er virkið
Víkin er kortini ikki eitt deytt felag.
Í gjár var kunngjørt, at Karl Birgir Ziska Isaksen er komin í nevndina.
Árni Skaale fór úr nevndini, tá hann bleiv landsstýrismaður.
Partapeningurin í Víkini er 50.000 kr.
Endamál felagsins er at fremja íløguvirksemi og í tí sambandi eiga ognarpartar og partabrøv í øðrum feløgum, umframt annað virksemi í hesum sambandi