Landsstýrismaðurin: Tað almenna skal lata privat feløg bora jarðhitaholini

Landsstýrismaðurin: Tað almenna skal lata privat feløg bora jarðhitaholini
Magnus Rasmussen heldur, at tað almenna skal átaka sær lutin at samskipa jarðhitaloysnir, men lata tað privata bora sjálv holini niður til heita vatnið
 
11.04.2022 - 09:59

Tað er kanska ikki so skilagott, at tað almenna beinleiðis fer undir at bora niður á heitt vatn, serliga ikki, um privat feløg eru før fyri at loysa uppgávuna í fríari kapping. 

Men tað almenna má í hvussu so er átaka sær lutin at samskipa millum fólk, sum búgva í einum øki, og privatar veitarar av jarðhitaloysnum, so øll stigini frá hugskoti til rakstur av eini felags jarðhitaloysn koma í trygga legu. 

Eisini er neyðugt at hava í huga, at felags orkuloysnir fyri bústaðir í einum øki eru lættast at samskipa, um kommunan leggur upp fyri slíkum ætlanum í sambandi við útstykking. 

Tað sigur Magnus Rasmussen landsstýrismaður, sum hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi um heitt vatn í undirgrundini.  

Landsstýrismaðurin sigur, at síðani 2014 hevur Jarðfeingi mált hitan í jarðhitaboringum fyri at fáa eitt betri yvirlit yvir hitalagið í tí grunnu undirgrundini. Í dag eru meira enn 500 boringar máldar í flestum oyggjunum. 

Hitin veksur sum heild okkurt um 3 stig fyri hvørjar 100 metrar, borað verður. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114