- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukraina fær størri stuðul, men NATO fer ikki upp í kríggið

NATO fer at veita størri hernaðarligan stuðul til Ukraina.
Tað segði Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, á tíðindafundi fyri løtu síðani.
NATO fer eisini at styrkja sína verju munandi, frá Baltiska havinum til Svartahavið. NATO skal styrkjast, bæði á landi, sjógvi og í luftini, segði Stoltenberg, og hann nevndi fýra nýggjar herdeildir, sum skulu staðsetast í Bulgaria, Ungarn, Rumenia og Slovakia.
Víðari segði Stoltenberg, at russiska innrásin í Ukraina fyri einum mánaði síðani hevur broytt NATO nógv, og hon fer eisini at broyta NATO í komandi tíðum. Neyðugt verður við munandi størri hermegi í Evropa, segði aðalskrivarin.
- Í dag eru NATO-limalondini somuleiðis samd um at gera nógv meira fyri at verja Ukraina ímóti kemiskum og biologiskum álopum úr Russlandi, segði Stoltenberg og nevndi eisini eina kjarnorku-hóttan:
- Í dag eru vit samd um at gera meira fyri at verja Ukraina móti alskins álopi úr Russlandi. Men samstundis hava vit eina ábyrgd at tryggja, at kríggið ikki harðnar og breiðir seg, og tí fer NATO ikki upp í eitt kríggj við Russland, segði Stoltenberg:
NATO heitir eisini á Kina um ikki at stuðla Russlandi. Og so má Hvítarussland gevast við at hjálpa Russlandi, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari.
Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni frá NATO-toppfundinum í Brússel: