Putin ætlar sær á G20-toppfund

Putin ætlar sær á G20-toppfund
Russiski forsetin hevur boðað frá hesum, hóast fleiri G-20 lond vilja útihýsa Russlandi
Vladimir Putin er óynsktur í G20-bólkinum, men hann ætlar sær kortini á toppfund í felagsskapinum seinni í ár
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.03.2022 - 09:22

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur ætlanir um at møta á G20-toppfundinum, sum Indonesia skipar fyri seinni í ár.

Tað sigur russiska sendifólkið, Lyudmila Vorobieva, sambært Reuters.

Putin boðar frá hesum, hóast fleiri G20-lond, eisini USA, hava sett fram ynski um at útihýsa Russlandi úr bólkinum eftir russisku innrásina í Ukraina.

Í G20-bólkinum eru størstu ídnaðarlondini í heiminum og ES. 

Bólkurin er ein óformligur pallur fyri altjóða búskaparligum samstarvi.

Kina tekur undir við, at Russland kemur við á fundin, skrivar AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825