- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður handtikin fyri dráp í Malmø
Maður handtikin fyri dráp í Malmø
18 ára gamli maðurin ringdi sjálvur til alarmsentralin og boðaði frá, at hann var í skúlanum og hevði dripið tvey fólk

Blómur eru lagdar uttan fyri skúlan í Malmø, har tveir kvinnur vóru dripnar.
Mynd: Ritzau Scanpix
22.03.2022 - 11:39
Í Malmø er ein 18 ára gamal maður handtikin, undir illgruna fyri at hava dripið tvær kvinnur á einum skúla í býnum.
Hetta hendi seint seinnapartin í gjár.
18 ára gamli maðurin ringdi sjálvur til alarmsentralin og boðaði frá, at hann var í skúlanum og hevði dripið tvey fólk.
Við knívi og øks drap ungi maðurin tvær kvinnur í 50'unum, skrivar Aftonbladet.
1.100 næmingar ganga í skúlan, men umleið 50 fólk vóru í skúlanum, tá álopið varð framt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV