Ætlaðu at beina fyri ukrainska forsetanum

bannari
Ætlaðu at beina fyri ukrainska forsetanum
Servandir russiskir hermenn, sum ætlaðu at sleppa til Kyiv sum ukrainskir hermenn, eru tiknir
Volodymyr Zelenskij, sum russiskir hermenn ætlaðu at drepa.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.03.2022 - 08:23

Myndugleikarnir í Ukraina upplýsa, at herurin hevur tikið 25 servandar russiskar hermenn, sum komu til Ukraina at beina fyri ukrainska forsetanum, Zelenskij í høvuðstaðnum, Kyiv.

Tað upplýsir fregnartænastan í landinum.

Sambært ukrainska miðlinum, Unian, er russiski bólkurin, sum ein fregnartænastuleiðari stóð á odda fyri, tikin í býnum Uzjhorod, á markinum millum Ukraina, Slovakia og Ungarn.

Endamálið hjá bólkinum var at søkja at málum í Ukraina. Teir ætlaðu at sleppa til Kyiv sum ukrainskir hermenn.

Upplýsingarnar eru ikki váttaðir av øðrum keldum.

Sambært ukrainskum keldum, eru russisir njósnarar fleiri ferðir tiknir, tí teir royndu at koma sær til Ukraina, m.a. fyri at gera av við Zelenskij, forseta.

 

Vil hitta Putin

Í gjár segði Zelenskij, forseti, at hannframvegis er sinnaður at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, fyri at fáa greiði á, hvussu ein endi kann fáast á krígnum, og hvat Russland vil við krígnum.

Hann gjørdi samstundis greitt, at fólkið í Ukraina fer ikki at lata landið frá sær, hóast nógv líða av krígnum. Tað kemur ikki upp á tal at leggja vápnini í høvuðstaðnum, Kyiv, í Kharkiv, ella í Mariupol, sum mestsum er lagdur í oyði, skrivar AFP.

Støðan er hættislig í Mariupol, har minst 350.000 fólk framvegis eru, og tey hava hvørki mat ella drekka, skrivar AFP.

Russland gav ukrainska herinum í Mariupol freist til í gjáramorgunin klokkan fimm at leggja vápnini, men Ukraina vísti kravinum aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477