Skulu hava nýggjan kommunustjóra í Fuglafirði

Skulu hava nýggjan kommunustjóra í Fuglafirði
Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum
Starvið sum kommunustjóri í Fuglafirði verður sett frá 1. juni.
 
21.03.2022 - 09:22

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir nýggjum kommunustjóra. 

Nýggi kommunustjórin skal avloysa Henrik Weihe Joensen, ið tók við starvinum 1. september 2020.

Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum. Hann er hann eisini ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi, stendur í umsóknini.     

Starvið sum kommunustjóri í Fuglafirði verður sett frá 1. juni. Tað verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. 

Freistin at søkja starvið er hósdagin 31. mars. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447