Royal Greenland gevst at úflyta til Russlands

Royal Greenland gevst at úflyta til Russlands
Samlaði útflutningurin í fjør var 580 mió. kr.
 
04.03.2022 - 09:19

Royal Greenland gevst nú at útflyta fisk til Russlands.

Tað váttar Royal Greenland fyri Sermitsiaq.

- Okkara eigari, sum er grønlendska sjávlstýrið, hevur avgjørt, at allar fyritøkur, sum sjálvstýrið eigur, skulu fyribils steðga á við at handla við Russland, sigur Mikael Thinghuus, stjóri í Royal Greenland.

 

580 mió. kr.

Samlaði útflutningurin úr Grønlandi til Russlands í fjør var 580 mió krónur, sigur Grønlands Erhverv sambært Sermitsiaq.

Útflutningurin til Russlands er vaksin nógv undir koronafarsóttini, tí tað hevur verið torført at útflyta til Asia.

Royal Greenland vil ikki upplýsa, hvussu stórur útflutningurin til Russlands var í fjør, men stjórin sigur, at hóast avgerðin fer at ávirka Royal Greenland, so má tørvurin hjá einstaklingum víkja fyri størra tørvinum, og handilsligu avleiðingarnar eru onki samanborið við tað, sum ukrainska fólkið nú verður útsett fyri, sigur Mikael Thinghuus.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990