Norska fiskivinnan ávarar ímóti havnarstongsli

Norska fiskivinnan ávarar ímóti havnarstongsli
Verða russar stongdir úti, kann tað skjítt fáa avleiðingar fyri samstarvið um fiskiveiðiavtaluna í Barentshavinum, sigur blaðstjóri
Samstarv í fleiri áratíggju um toskakvoturnar í Barentshavinum hanga í einum klønum tráð, skrivar blaðstjórin á Fiskeribladet.
Mynd: Nationen.  
 
04.03.2022 - 13:05

Fólk í norsku fiskivinnuni ávara politikarar um at steingja havnir í Noregi fyri russiskum fiskiførum, nú ES arbeiðir við málinum.

Øystein Hage, blaðstjóri á Fiskeribladet, væntar, at tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri fiskivinnuna og politikkin í Norðurnoregi, um havnirnar verða stongdar.

- Um russarar vera stongdir úti úr norskum havnum, kann tað skjótt fáa avleiðingar fyri samstarvið millum Noreg og Russland um fiskiveiðuavtaluna í Barentshavinum, sigur Øystein Hage.

Blaðstjórin skrivar, at Norra eigur ikki at leypa framav, soleiðis at samstarvið við Russland verður hótt.

Hongur í klønum tráð

Hann vísir á, at russisk skip landa umleið 100.000 tons av fiski í Noregi. Fiskurin er eisini sera týdningarmikil í uttanríkispolitikkinum. Hann vísir á, at kvotur, fiskiskapur hjá hvørjum øðrum og atgongd til havnir tí hevur stóran týdning. Samstarv í fleiri áratíggju um toskakvoturnar hanga tí í einum klønum tráð, sigur Øystein Hage.

Andreas Østhagen, granskari á Fridtjof Nansens-stovninum sigur, at Noreg eigur at hugsa seg væl um bæði eina og tvær ferðir, áðrenn tiltøk verða sett í verk, sum kunnu hótta fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Leygardag 22. februar
Morgunlestur leygardagur 22.februar 2025
186662
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990