Ukraina: Fleiri enn 2.000 sivilfólk deyð

bannari
Ukraina: Fleiri enn 2.000 sivilfólk deyð
Russar hava lagt fleiri hundrað bygningar í oyði, umframt sjúkrahús og barnagarðar
Hús og bygningar í útriðuni av ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, eru løgd í oyði av russiskum rakettálopum.
 
02.03.2022 - 14:23

Ukrainskir myndugleikar boða í dag frá, at fleiri enn 2.000 sivilfólk eru deyð í landinum, síðani Russland gjørdi innrás. 

- Hesar sjey krígsdagarnar hevur Russland oyðilagt fleiri hundrað bygningar, undirstøðukervi, sjúkrahús og barnagarðar. Í hesum tíðarskeiðnum hava fleiri enn 2.000 latið lív. Tey, sum eru partur av verjuni hjá landinum, eru ikki tald við í hesari uppgerðini. 

Tað siga ukrainskir myndugleikar í dag. Teir leggja aftrat, at 10 bjargingarfólk eru eisini deyð. 

Bjargingarfólkini hava sløkt fleiri enn 400 eldar, sum stava frá russisku spreingingunum.

Haraftrat eru fleiri enn 870.000 flýdd av landinum síðani innrásina, vísir uppgerð hjá ST. 

Fólk í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, leita sær nú skjól á tokstøðum í býnum undan russisku rakettunum.

Sjúkrahúsini eru heldur ikki trygg, og sjúklingar og barnakonur eru flutt í kjallaran.

 

Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni her:

 

KYIV_TIL_NET

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990