- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russar taka nú Kharkiv

Russiskir fallskíggjahermenn eru komnir til ukrainska býin, Kharkiv, í morgun, í eini roynd at taka býin.
Tað váttar herleiðslan í Ukraina.
Kharkiv er næststørsti býur í Ukraina, og BBC veit at siga, at russiskir hermenn eru komnir til býin alla nátt.
Sambært myndugleikunum byrjaði álopið á Kharkiv, samstundis sum russisku hermenninir komu til býin. Bardagar hava verið, og m.a. skulu russisku hermenninir eitt skifti hava kringsett eitt hernaðarsjúkrahús í býnum.
Í minsta lagi 21 fólk eru deyð.
Men í morgun hava ukrainsku deildirnar rikið russisku deildirnar frá sjúkrahúsinum, uttan at nakar lá eftirá, upplýsa ukrainskir miðlar.
Fólk, sum búgva í Kharkiv, tosa fyri tað mesta russiskt, og seinastu dagarnar hava ógvuslig álop verið á býin. Rakettir hava bæði rakt almennar bygningar og bústaðarøkir.
Í gjár lógu minst 17 sivilfólk eftirá í álopunum á býin, upplýsa myndugleikarnir.
Sí videobrot frá tíðindastovuni AP úr Kharkiv:
136 ukrainar deyðir
Síðani russiska innrásin í Ukraina byrjaði 24. februar, eru minst 136 ukrainar deyðir, av teimum eru 13 børn. Tað upplýsir ST fyri Reuters tíðindastovuni.
ST upplýsir eisini, at minst 400 fólk eru særd, 254 av teimum í landspørtunum Donetsk og Lugansk í eystara partinum avlandinum.
- Helst eru tølini størri enn tað, sigur talskvinnan hjá mannarættindadeildini hjá ST, Liz Throssell.
Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, eru 16 børn deyð, og 45 eru higartil særd í álopunum.
80.000 ukrainar komnir heim at stríðast
80.000 ukrainar, sum búgva í øðrum londum, eru farnir til Ukraina at stríðast ímóti russisku hermonnunum.
Tað skrivar tíðindastovan hjá ukrainska innanríkisráðnum, Telegram, sum vísir til skrásetingar við markið.
- Vit eru errin av landsmonnum okkara, sum koma heim at verja landið, stendur í boðunum frá innanríkisráðnum.
Nógv tey flestu sum eru komin, eru menn, stendur í boðunum. Tíðindini eru ikki váttað av øðrum.
Pólska marknaeftirlitið upplýsir, at 22.000 fólk eru farin um markið úr Póllandi til Ukraina, síðani russiska innrásin byrjaði.