
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda fram við álopum á Kharkiv og Kiev

Russland heldur fram við álopunum á teir báðar størstu býirnar í Ukraina, Kharkiv og Kiev, skrivar týska tíðindastovan, DPA.
Russisku deildirnar hava sprongt elveitingarstøðir í luftina, sigur borgarstjórin í Kharkiv, Ihor Terekhov, við DPA.
Langar røðir av russiskum hernaðarakførum eru á veg til Kiev. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Samstundis nærkast russisk hernaðarakfør høvuðsstaðnum Kiev, og røðin av hernaðarakførum er 64 kilometrar long, skrivar tíðindastovan.
Blaðið, The Kiev Independent, skrivaði í nátt, at loftávaringar hoydust fleiri ferðir í høvuðsstaðnum.
Reuters skrivaði tíðliga í morgun, at langa røðin av hernaðarakførum bert var 27 km úr miðbýnum í Kiev.
70 ukrainar deyðir
Myndugleikarnir í Ukraina boða frá, at minst 70 ukrainskir hermenn lógu eftirá í einum russiskum rakettálopi á býin, Okhtyrka, sunnudagin. Býurin liggur í landnyðringspartinum av Ukraina, skrivar BBC.
Roynt verður at fáa jarðað tey deyðu, teirra millum teir 70 hermenninar, sigur embætismaðurin, Dmytro Zhyvytskji, sum leggur aftrat, at russiski herurin mist nógv fólk í álopinum. Tíðindini eru kortini ikki váttað av óheftum keldum.
ST upplýsir, at nú er váttað, at minst 406 sivilfólk eru deyð í Ukraina seinastu dagarnar.
Leiðarin fyri neyðhjálp, Martin Griffiths, sigur við CNN, at nógv fleiri sivilfólk kunnu vera deyð, men at tey ikki eru skrásett enn.
520.000 flóttafólk
Samstundis sigur ST, at minst 520.000 flóttafólk eru farin úr Ukraina, og halda nú til í grannalondunum.
Talið av flóttafólkum veksur hvønn tíma, sigur ovastin hjá ST fyri flóttafólk, Filippo Grandi, fyri trygdarráðnum hjá ST.
Hann sigur, at hann hevur arbeitt við flóttafólkum í 40 ár, men at hann ongantíð hevur sæð talið av flóttafólkum vaksa so skjótt sum nú.
Sunnudagin vóru 368.000 flóttafólk skrásett í grannalondunum, upplýsir CNN.
Flóttafólkastreymurin úr Ukraina veksur alsamt. Higartil eru fleiri enn ein hálv millión fólk flýdd. Henda myndin er av ukrainum, sum eru komnir til Berlin í Týsklandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)