Snarfundur í ST um Ukraina

Snarfundur í ST um Ukraina
Avgerðin var samtykt við 11 atkvøðum fyri, Russland atkvøddi ímóti, og Kina, India og Sameindu Arabisku Emiratini atkvøddu ikki
Snarfundur verður í ST-trygdarráðnum í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.02.2022 - 08:36

Tey 193 limalondini í ST eru kallað saman til fundar í dag at umrøða rusiska álopið á Ukraina.

Tað hava tey 15 londini í trygdarráðnum gjørt av, og Russland hevði ikki møguleikar at forða fyri avgerðini, skrivar Reuters.

Avgerðin var samtykt við 11 atkvøðum fyri, Russland atkvøddi ímóti, og Kina, India og Sameindu Arabisku Emiratini atkvøddu ikki.

- Limalondini í ST hava kveistrað russisku diplomatarnar av borðinum, og Russland er avbyrgt, segði bretski ST sendiharrin, Barbara Woodward, eftir atkvøðugreiðsluna. Og hon legði aftrat:

- Russland kann ikki forða heiminum at standa saman um at finnast at russisku innrásini í Ukraina.

Fríggjadagin nýtti Russland sýtingarrættin, tá ST ætlaði at fáa Russland at viðurkenna, at tað var skeivt at gera innrás í Ukraina.

Fundurin í dag, sum er ein snarfundur, er tann fyrsti síðani í 1982, tá ST kom saman í skundi at umrøða støðuna í hersettu arabisku økjunum og støðuna við Golanherðunum, sum Ísrael hevði lagt undir seg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990