Russland og Ukraina samráðast

Russland og Ukraina samráðast
Samráðingarnar verða á markinum millum Ukraina og Hvítarussland
Ukrainskir hermenn. Nú skriva tíðindastovurnar, at samráðingar verða millum Russland og Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.02.2022 - 08:29

Russland og Ukraina eru samd um at fara undir samráðingar um støðuna millum londini. Fundurin verður í morgun á markinum millum Ukraina og Hvítarussland.

Tað skriva ukrainska blaðið, Ukrayinska Pravda, og russiska tíðindastovan, Tass, sambært Reuters og Ritzau.

Í gjárkvøldið boðaði ukrainski forsetin frá, at samráðingar skuldu vera á markinum, men einki var sagt um, nær tær vera.

Sambært tíðindastovunum er russiska sendinevndin longu komin til høvuðstaðin í HVítarusslandi, Minsk.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, segði í gjárkvøldið, at Ukraina er sinnað at tosa við Russland um støðuna, men bað fólk um ikki at vænta at nakað stórvegis fer at spyrjast burturúr.

Ukraina hevur m.a. kravt, at markið millum londini verður sett aftur til tað, sum tað var í 2014, tað vil siga at Krim-hálvoyggin aftur verður partur av Ukraina, og at størri øki í eystara partinum av landinum aftur koma undir Ukraina.


Russland mist nógv fólk

Russland hevur higartil havt stór tap í Ukraina. Tað skrivar ukrainska blaðið, The Kyiv Independent, sum sigur seg hava tíðindini frá ovastu herleiðsluni í landinum.

Blaðið skrivar, at higartil eru 4.500 russiskir hermenn annaðhvørt falnir ella særdir, og nógv russisk útgerð er løgd í oyði.

Blaðið skrivar, at uppgerðin var til á nátturða í gjárkvøldið.

Einki verður sagt um missin hjá Ukraina í bardøgunum .
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990