- Tíðindi, mentan og ítróttur
Putin: Vit eru før fyri at standa ímóti tiltøkum

- Russland er ført fyri at standa ímóti umfatandi tiltøkunum, sum eru sett í verk eftir innrásina í Ukraina.
Tað sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta.
- Tiltøkini hjá vesturheiminum móti Russlandi eru hørð, men okkara land hevur neyðugu møguleikarnar at viga upp í móti skaðunum, sigur Dmitri Peskov.
- Russland hevur á skipaðan hátt fyrireikað seg leingi móti møguligum tiltøkum, millum annað móti nøkrum av teimum harðastu tiltøkunum, sum vit nú uppliva, sigur Peskov.
Leiðandi rentan 20 prosent
Sambært honum, skal Putin viðgera um búskaparligar spurningar við ávísar ráðharrar.
- Búskaparligi veruleikin er broyttur, lat okkum siga tað soleiðis, sigur Peskov.
Russiski tjóðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna upp í 20 prosent, og keypsskálin í Moskva er stongdur í dag.
Høvuðsvísitalið er síðani á nýggjárinum lækkað 40 prosent, skrivar NTB.