Her kemur ukrainska samráðingarnevndin

Her kemur ukrainska samráðingarnevndin
Reuters skrivar, at Ukraina fer at krevja vápnahvíld alt fyri eitt, og at russisku hermenninir taka seg aftur
Ein hernaðartyrla flutti ukrainsku sendinevndina til markið millum Ukraina og Hvítarussland.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.02.2022 - 11:22

Ukrainska sendinevndin kom fyrrapartin til markið millum Hvítarussland og Ukraina at samráðast við umboð fyri Russland.

Ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksiy Reznikov, er við í samráðingarnevndini.

Reuters skrivar, at Ukraina fer at krevja vápnahvíld alt fyri eitt, og at russisku hermenninir taka seg aftur.

Vladimir Medinskij, sum stendur á odda fyri russisku samráðingarnevndini, hevur sagt, at Russland fer til samráðingarborðið við tí endamáli at fáa eina avtalu í lag, sum verður til frama fyri báðar partar, skrivar Ritzau.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990