Russar skjóta rakettir inn í ukrainska høvuðsstaðin

Russar skjóta rakettir inn í ukrainska høvuðsstaðin
Ukrainski forsetin sigur, at fleiri enn 150 ukrainar eru falnir, og fleiri enn 300 eru særdir
Russiskar raketttir hava rakt fleiri íbúðarhús í ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.02.2022 - 08:50

Í dag er annar dagurin, at Russland roynir at taka Ukraina. Álopini á høvuðsstaðin byrjaðu stutt fyri klokkan trý í nátt.

Í alla nátt hava spreingingar verið at hoyrt í høvuðstaðnum, Kiev.

Tað váttar ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba. Hann sigur, at høvuðsstaðurin er raktur av rakettum.

Hann skrivar, at álopini úr Russlandi eru ógvuslig, og seinast tað hendi, var í 1941, tá Nazitýskland leyp á Ukraina.

Ukrainski forsetin, Zelenskyj hevur hildið røðu fyri ukrainska fólkinum í morgun. Hann sigur, at russisku álopini hava rakt bæði hernaðarlig og sivil mál, og hann tók uppaftur, at høvuðstaðun, Kiev, er raktur av rakettum.

 

Hava rakt øll mál

Samstundis hevur ukrainska stjórnin boðað frá, at landið skal verjast, og at eingir menn millum 18 og 60 ár, mugu fara úr landinum.

Ukrainska uttanríkisráðið upplýsir, at russiskar rakettir hava rakt mál í øllum Ukraina, frá eystasta til vestasta partin, eisini við býin, Lviv, sum liggur nakað frá pólska markinum.

Tað er ógreitt, hvussu stórt mannfallið hevur verið í bardøgunum, men ukrainski forsetin sigur, at fleiri enn 150 ukrainar eru falnir, og at fleiri enn 300 eru særdir.

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

100.000 eru flýdd

Minst 100.000 fólk eru longu flýdd úr Ukraina, eru boðini frá ST. Tey eru flýdd bæði til Moldova, Rumenia og til Póllands.

Ukrainski herurin sigur seg hava gjørt av við minst 50 russiskar hermenn, men upplýsingarnar eru ikki váttaðar.

Ukrainski innanríkisráðharrin sigur, at ukrainskir hermenn stríðast ímóti russiskum stríðsvognum við høvuðsstaðin, Kiev, og hann sigur seg vænta, at stríðsvognarnir fara at leypa á høvuðstaðin seinni í dag.

Í Russlandi mótmæltu fólk í gjár innrásini í Ukraina. Mótmælir vóru í fleiri býum, og nógv fólk vóru tikin. Roknað verður við, at mótmælir eisini verða  um vikuskiftið í øðrum býum í Evropa ímóti russisku innrásini.

 

Tiltøk sett í verk

Samstundis arbeiða fleiri lond við at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi.

Amerikanski fortsetin, Joe Biden, hevur boðað frá tiltøkum ímóti fleiri bankum og russiskum ríkmonnum, og sigur seg ætla at virka fyri tiltøkum ímóti Vladimir Putin, forseta. Endamálið skal vera at steingja Russland úti úr heimsbúskapinum, skrivar tíðindastovurnar.

 


(Mynd: Ritzau Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990