Íslendska sjóverjan keypir brennievni í Føroyum

Íslendska sjóverjan keypir brennievni í Føroyum
Keypt verður í Føroyum fyri at sleppa undan meirvirðisgjaldi í Íslandi, sigur ríkisgrannskoðanin
Íslendsk sjóverjuskip hava keypt brennievni í Føroyum fyri 10,5 mió. kr., tí hon sparir meirvirðisgjald, sigur íslendska grannskoðanin.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
25.02.2022 - 15:02

Íslendska sjóverjan hevur keypt brennievni til íslendsku sjóverjuskipini í Føroyum. 

Íslendska ríkisgrannskoðanin sigur í viðmerkingum til landsroknskapin, at sjóverjan hevur keypt fyri meira enn 10,5 milliónir krónur í okkara peningi í Føroyum. 

Tað, sum vekir ans hjá ríkisgrannskoðanini, er, at í Íslandi hevur sjóverjan bert keypt fyri góðar 100.000 krónur. 

 

Hava spart 680.000 kr.

Íslendski ríkiskassin hevur við hesum spart meira enn 680.000 krónur í meirvirðisgjladi, og hesir pengar høvdu kortini endað aftur í íslendska ríkiskassanum, stendur í viðmerkingum hjá íslendsku ríkisgrannskoðanini.

Hon staðfestir, at siglt verður til Føroya at fylla tangarnar fyri at sleppa undan meirvirðigjaldinum í Íslandi.

Frá 2018 til 2020 fylti íslendska sjóverjan sær tangan 10 ferðir í Føroyum og bara eina ferð í Íslandi.

 

Rinda ikki mvg í Føroyum

Brennievnið í Føroyum er bíligari, tí her skulu sjóverjuskipini ikki rinda mvg, og sostatt spardi sjóverjan 680.000 krónur.

Men ríkisgrannskoðanin ger vart við, at talan er ikki um veruliga sparing, tí meirvirðisgjaldið hevði farið aftur í íslendska statskassan, um brennievnið varð keypt í Íslandi.

Og hóast liturin av brennievni er bíligari í Føroyum enn í Íslandi, so kostar tað at sigla úr Íslandi til Føroya, og tað hevði tikið sjóverjuskipunum nærum tvey samdøgur longur at komið skipum til hjálpar í íslendskum øki, sigur ríkisgrannskoðanin m.a. í viðmerkingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990