Innrásin fær orkuprísin at hækka

Innrásin fær orkuprísin at hækka
Partabrævamarknaðurin í Moskva fall næstan 50 prosent
Prísurin á norðsjóvarolju fór í dag upp í 103 dollarar fyri tunnuna.
Mynd: Savnsmynd  
 
24.02.2022 - 13:44

Orkuprísurin í Evropa hækkar nógv, eftir innrásina í Ukraina.

Oljuprísurin er farin upp í 103 dollarar fyri tunnuna fyri olju úr Norðsjónum, sum verður nýtt sum meting fyri prísin.

Samstundis falla partabrævamarknaðirnir kring heimin, og ikki minst í Moskva, har fallið var næstan 50 prosent. Tá gjørdi leiðslan av at steingja marknaðin.

Eisini aðrir partabrævamarknaðir eru raktir, tí óvissa er um støðuna, eftir russisku innrásina.

Gassprísurin í Evropa er hækkaður nógv í morgun. Í Hollandi verður boðað frá eini hækking sum er 40 prosent.

Seinastu fimm dagarnar er gassprísurin hækkaður 58 prosent í Europa, skrivar NTB.

Orsøkin er, at støðan í Ukraina hevur verið og er ógreið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990