Seta tiltøk í verk móti fimm russiskum bankum

Seta tiltøk í verk móti fimm russiskum bankum
Bretski sendiharrin í Russlandi hevur eisini fingið boð um at koma heim
Boris Johnson, forsætisráðharri, setur nú tiltøk í verk móti russiskum bankum og ríkmonnum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.02.2022 - 15:29

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur, at Bretland fer at seta tiltøk í verk móti fimm russiskum bankum. 

Bretland fer eisini at steingja russiskar ognir, millum annað hjá oligarkinum, Gennady Timchenko, skrivar Reuters.

- Í dag setur Bretland tiltøk í verk móti hesum bankum: Rossiya, IS Bank, General Bank, Promsvyaz-bank og Black Sea Bank, og vit seta eisini tiltøk í verk móti stóra ríkidøminum hjá trimum fólkum, sigur Boris Johnson.

Bretska uttanríkisráðið hevur seinnapartin eisini boðsent bretska sendiharranum í Russlandi um at koma heim.

- Vit eru til reiðar at senda Nato fleiri bretskar deildir, um tørvur er á tí, sigur Johnson við Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990