- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hernaðarakfør farin inn í Donetsk

Stór fylgi við hernaðarakførum og útbúnaði koyrdu í nátt inn í Donetsk í Ukraina.
- Talan er um friðarvarðveitandi herdeildir, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.
Tað er tó ikki váttað, um tað eru uppreistrardeildirnar í landspartinum ella Russland, sum eiga stríðsvognarnar.
Hevur viðurkent landspartarnar
Putin skrivaði í gjárkvøldið undir skjølini, sum viðurkenna ukrainsku landspartarnar, Donetsk og Lugansk, at vera óheftar av Ukraina, og at teir hava tikið sjálvstýri.
Síðani í 2014 hevur Rusland stuðlað loysingarrrørslunum í landspørtunum, og landspartarnir lýstu seg sjálvstøðugar, tá Ukraina fór at nærkast ES í 2014.
Men Russland hevur ikki viðurkent landspartarnar at vera sjálvstøðugar fyrr enn í gjárkvøldið.
Støðan spent
- At Russland nú viðurkennir Donetsk og Lugansk, ger støðuna uppaftur spentari, sigur tíðindafólk hjá norska blaðnum Verdens Gang, Kyrre Lien. Hann er staddur í Kiev í Ukraina:
Í Kiev eru fólk í øðini inn á Russland og Putin. Tey eru ótrygg og ørkymlað, tí ikki er greitt, hvørjar aðrar ætlanir Russland hevur, sigur norski tíðindamaðurin:
Umboðini hjá Ukraina í Nato eru biðin um at koma á snarfund í felagsskapinum Og Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, hevur boðað til tíðindafund í Brússel klokkan 16,,okkara tíð, um støðuna.