Illveður í Bretlandi

Illveður í Bretlandi
Veðurstovnurin boðaði frá lívshættisligum veðri í London, og bað fólk halda seg innandura
Ódnin, Eunice, hevur tikið land, og illveður er nógva staðni í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.02.2022 - 15:18

Rættiligt illveður er í Bretlandi í dag, nú ódnin, Eunice, hevur tikið land. 

Bretski veðurstovnurin, Met Office, boðaði í morgun frá lívshættisligum veðri í London, og bað fólk um at halda seg innandura.

Flogfeløg hava av tí sama avlýst nakrar ferðir, m.a. SAS og British Airways.

Øll flúgving til og úr London er fyribils steðgað, upplýsa bretsku myndugleikarnir.

Bæði í Bretlandi og eisini í Hollandi ávirkar ringa veðrið.

 

Streymurin farin

Í Írlandi mistu nógv hús í syðra partinum av landinum streymin í morgun, og nógvir skúlar bóðu næmingarnar um at vera við hús.

Í Skotlandi legðist nógvur kavi í illveðrinum, og tað darvar ferðsluni.

Reyða, sum er hægsta ávaringin, varð send út fyri strendurnar í Devon, Cornwall, Somerset og partar av Wales. Seinni kom sama fráboðan fyri Kent, Surrey, Essex og høvuðsstaðin, London.

Í Hollandi er eisini ávaringin reyð, á hægsta stigi, tí illveðrið fer væntandi at raka Holland meint, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990