Russland: USA skal taka herdeildir úr Mið- og eysturevropa

Russland: USA skal taka herdeildir úr Mið- og eysturevropa
Russiska uttanríkisráðið er komið við krøvunum í dag fyri at sleppa undan stríði um Ukraina
Nógvir russiskir hermenn hava verið við ukrainska markið seinastu tíðina, men Russland sigur, at hermenninir verða nú tiknir aftur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.02.2022 - 15:52

Russland krevur nú, at USA tekur allar vápnaðar herdeildir úr Mið- og eysturevropa.

Russland er í dag komið við einum nýggjum lista við krøvum, sum skulu eftirlíkast, skal sleppast undan stríði um Ukraina.

Tað er russiska uttanríkisráðið, sum kemur við hesum krøvunum, skrivar Reuters.

Krav verður millum ananð sett um, at USA skal gevast beinanvegin at lata vápn til Ukraina, at vápn, sum Ukraina longu hevur fingið, skulu latast aftur, og at ukrainska stjórnin skal taka undir við Minsk-friðaravtaluni. Russland krevur eisini, at USA tekur allar sínar herdeildir úr Mið- og Eysturevropa, skrivar russiska tíðindastovan RIA.

Í desember kom Russland við fleiri krøvum til Nato og USA. USA hevur svarað, men russiska stjórnin heldur ikki, at fyrilit vóru tikin fyri russiskum áhugamálum í amerikanska svarinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130