Fregnartænastuleiðari latin leysur

Fregnartænastuleiðari latin leysur
Eystari landsrættur hevur broytt avgerðina hjá býarrættinum í Keypmannahavn.
Lars Findsen, fyrrverandi stjóri í donsku fregnartænastuni, er ikki varðhaldsfongslaður longur
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.02.2022 - 15:39

Lars Findsen, fyrrverandi stjóri í donsku fregnartænastuni, verður nú latin leysur.

Tað hevur Eystari landsrættur gjørt av.

Lars Findsen er skuldsettur fyri at hava brotið revsilógina, grein 109, sum merkir, at hann skal hava likið loyniligar upplýsingar, sum kunnu skaða trygdina hjá Danmark. 

Eftir hesari greinini kann hann verða dømdur upp í 12 ára fongsul. Hann noktar seg sekan, skrivar Danmarks Radio.

Framvegis illgruni

Eystari landsrættur sigur, at grundaður illgruni er um, at hann er sekur í skuldsetingini, men hildið verður ikki, at orsøk er til at hava hann varðhaldsfongslaðan longur.

Hann hevur sitið síðani 9. desember,

Býarrætturin í Keypmannahavn avgjørdi at varðhaldsfongsla Lars Findsen til 3. mars. Úrskurðurin var kærdur til landsrættin, sum í dag avgjørdi at lata fyrrverandi fregnartænastuleiðaran leysan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130