Líkskoðan vísti einki illgrunasamt

Líkskoðan vísti einki illgrunasamt
Ein maður doyði umborð á trolaranum Suðringi, og ein maður var funnin lívleysur á sjónum
 
16.02.2022 - 09:13

Einki illgrunasamt var funnið, tá líkskoðan var í sambandi við, at tveir menn doyðu um vikuskiftið.

Ein 47 ára gamal maður úr Póllandi fall í óvit og doyði umborð á trolaranum Suðringi sunnudagin.

Og klokkan hálvgum tólv leygardagin sá manningin á Smyrli, sum var í ferð við at leggja at í Havn, ein lívleysan mann á sjónum.

Líkskoðanin staðfesti, at hann er druknaður. 

Hvussu, hvar og nær, maðurin, sum var 62 ára gamal, er farin á sjógv, veit politiið ikki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948