285.000 krónur fyri eina skemtitekning av Den Lille Havfrue

285.000 krónur fyri eina skemtitekning av Den Lille Havfrue
Danska blaðið, Berlingske, skal rinda arvingunum hjá myndhøggaranum, Edvard Eriksen, 285.000 krónur í bót, fyri at bróta upphavsrættin
Tað er ikki bara bara at gera gjøldur burtur úr Den Lille Havfrue, noyddist danska blaðið Berlingske í dag at sanna
Mynd: Shutterstock.com  
 
10.02.2022 - 17:28

Ein skemtitekning og ein mynd av lítlu Havfrúnni í munnbindi var nóg mikið hjá Eystara landsrætti. 

Danska blaðið, Berlingske, skal rinda arvingunum hjá myndhøggaranum, Edvard Eriksen, 285.000 krónur í bót, fyri at bróta upphavsrættin. 

Tað skrivar danski miðilin, Journalisten.

 

Um sjey ár verður tað ókeypis

Arvingar hjá Eriksen hava í fleiri ár sent pengakrøv til danskar miðlar, tí teir bróta upphavsrættin tá ið teir brúka myndir av standmyndini av lítlu Havfrúnni á Lange Linje í Keypmannahavn í øðrum samanhangi enn í tíðindum um Lítlu Havfrúnna..

Berlingske hava fingið krav um 10.000 krónur, fyri at nýta standmyndina í eini myndasýning, sum ikki hevði beinleiðis tilknýti til tíðindi.

Arvingarnir loyva bara gjaldfríum miðlum at brúka myndir av havfrúnni í tíðindahøpi um sjálva standmyndina.

Tað verður ikki fyrr enn um sjey ár, at miðlar frítt kunnu vísa mydnir av Lítlu Havfrúnni. Tá hevur listamaðurin, Edvard Eriksen, verið deyður í 70 ár, og tað fellur upphavsrætturin burtur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130