Koronukanningar: Nýggjar mannagongdir komnar í gildi

Koronukanningar: Nýggjar mannagongdir komnar í gildi
Nú skulu fólk í útgangsstøðinum brúka skundkanningar, tá tey lata seg kanna fyri koronu
Nýggju mannagongdirnar fyri koronukanningar eru komnar í gildi í dag.
 
01.02.2022 - 08:34

Í dag koma nýggjar mannagongdir í gildi í sambandi við koronukanningar.
 
Hetta verður gjørt í fleiri stigum, og ein av stóru broytingunum er, at fólk frá í dag, sum útgangsstøði, skulu brúka skundkanningar, tá tey lata seg kanna fyri koronu.

Tað merkir eisini, at fólk ikki longur skulu bíleggja tíð til koronukanning, tá starvsfelagi ella floksfelagi, sum tey hava verið í sambandi við, er smittaður. 

Mælt verður til at brúka skundkanning í slíkum førum. 

Er skundkanningin positiv, ber til at bíleggja tíð til sonevnda PCR-kanning á korona.fo.

Og fyri at bíleggja tíð til koronukanning á korona.fo, er krav, at tú lýkur í minsta lagi eina av hesum treytum:

- at tú hevur sjúkueyðkenni

- ert tøtt kontakt hjá einum smittaðum - tað vil siga í húski saman við smittaða, ella

- at tú hevur fingið positivt úrslit við skundkanning. 

Nýggju mannagongdirnar fyri koronukanningum koma í gildi í dag.

Aðrar broytingar eru eisini komnar í gildi í dag:

Náttarlív og matstovunur kunnu hava opið sum vanlig, sóttarhaldsreglurnar eru linkaðar, so at koppsett ikki skulu í sóttarhald, um tey hava havt tætt samband við ein smittaðan, og koronukanningar verða ikki longur gjørdar við landamarkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109