TROM verður eisini at síggja á BBC

TROM verður eisini at síggja á BBC
Føroyska krimirøðin TROM verður eisini at síggja á BBC. Tað veit miðilin Variety at siga
BBC hevur nú eisini keypt rættin at vísa føroysku krimirøðina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.01.2022 - 13:05

BBC hevur víst nógvar av norðurlendsku sjónvarpsrøðunum, eitt nú donsku "Forbrydelsen" og "Borgen". 

Nú er greitt, at BBC eisini fer at vísa føroysku krimirøðina TROM. 

Tað boðar danska framleiðslufelagið REinvent Studios frá í grein á miðlinum Variety.  

 

Fegin og errin

REinvent Studios hevur framleitt TROM saman við føroyska Kykmyndir og Truenorth. 

"BBC hevur víst nakrar av bestu norðurlendsku røðunum, sum nakrantíð eru framleiddar, og vit vóna, at TROM eisini fer at verða vælumtókt," sigur Helene Aurø, sølu- og marknaðarleiðari hjá REinvent Studios. 

Framleiðararnir eru bæði fegnir og ernir um, at BBC eisini hevur keypt rættindini at vísa røðina. 

TROM verður at síggja í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum hósdagin 17. feburar, tá eisini allir partarnir verða lagdir út á heimasíðuna hjá Kringvarpi Føroya, kvf.fo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109