- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gistingarnar settu met í fjør
Í fjør var talið á gistináttum á føroysku gistingarhúsunum knappliga 175.000, og tað er tað mesta nakrantíð.
Gistinætur telja, hvussu nógv, og hvussu leingi fólk gista.
Knappliga 158.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2021. Tað er nærum tvær ferðir so nógv sum í 2020.
Góða gongdin sæst tó ikki aftur á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið. Har vóru knappliga 17.000 gistinætur. Tað er eitt vet hægri enn í 2020, men nógv minni enn undan koronufarsóttini.
Føroyingar gistu ofta
Føroyingar vitjaðu gistingarhúsini væl meira í fjør enn nakrantíð. Næturnar vóru góðar 57.500 í tali. Tað svarar til ein vøkstur upp á góð 80% samanborið við 2020.
Danir gistu eisini meira á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Gistinæturnar hjá dønum vóru góðar 70.000 í fjør, og tað er met. Tað svarar til ein vøkstur upp á umleið 80% samanborið við árið fyri.
Talið á ferðafólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark, sum gistu á gistingarhúsunum, meira enn tvífaldaðist í fjør.
Gistingarnar hjá hesum ferðafólkum eru tó framvegis nærum helvtina færri enn í 2019. Næturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vóru í fjør góðar 46.500 í tali samanborið við knappliga 85.500 í 2019.