Kringvarp Føroya vísir TROM

Kringvarp Føroya vísir TROM
Føroyingar fáa høvi til at síggja spennandi føroysku krimirøðina TROM í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum 17. februar. Allir seks partarnir verða eisini lagdir her á heimasíðuna
Hannis Martinsson verður sjálvandi at síggja í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum
Mynd: Viaplay  
 
25.01.2022 - 15:13

Føroyar eru karmur um krimirøðina TROM, sum er fyrsta sjónvarpsrøð, ið er upptikin í Føroyum. 

Krimirøðin byggir á bøkurnar hjá Jógvani Isaksen, og tað er Torfinnur Jákupsson, ið hevur skrivað TROM. 

Tí er tað ikki meir enn rætt og rímiligt, at føroyingar eisini sleppa at síggja TROM í sjónvarpinum. 

 

TROM í sjónvarpinum

Kringvarp Føroya fer nevniliga at vísa TROM í sjónvarpinum, og tað fer eisini at bera til hjá øllum, sum eru stødd í Føroyum, at hyggja eftir TROM her á heimasíðuni. 

"Kringvarpið er fyri allar føroyingar, og tí hevur tað stóran týdning, at vit sum public service-miðil eisini kunnu vísa øllum føroyingum hesa spennandi føroysku krimirøðina," staðfestir Ivan Niclasen, stjóri. 

TROM verður tøk á Viaplay 13. februar, og fyrsti partur av røðini verður vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum hóskvøldið 17. februar og komandi fimm hóskvøldini.

 

KVF hevur stuðlað TROM

Kringvarp Føroyar hevur eisini havt ein virknan leiklut í framleiðsluni av TROM, tí Kringvarpið hevur stuðlað røðini fíggjarliga og hevur eisini latið útgerð, starvsfólk og høli til framleiðsluna. 

“Hetta síggja vit sum ein týdningarmiklan part av at stuðla føroyska filmsumhvørvinum," staðfestir Barbara Samuelsen, programmleiðari í Kringvarpinum. 

"Samstundis er tað eisini umráðandi, at Kringvarpið, sum tann føroyski public service-miðilin, sleppur at vísa føroyingum røðina”, leggur hon afturat. 


TROM plottið

TROM snýr seg um journalistin Hannis Martinsson (Ulrich Thomsen), sum kemur aftur til Føroya, haðani hann er ættaður, tí ein kvinna, Sonja á Heyggi (Helena Heðinsdóttir), sum sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda. 

Skjótt fær Hannis Martinsson frænir av, at álvarsom brotsverk verða framd, tí Sonja á Heyggi, sum er atgerðarfólk (aktivist) og djóraverndarfólk, er horvin undir sera illgrunasomum umstøðum. 

Hannis verður skjótt vavdur upp í kanningararbeiðið, og slóðin leiðir hann til ein víðgongdan djóraverndarfelagsskap og ikki minst til stóra vinnulívsmannin, Ragnar í Rong (Olaf Johannessen).

Kanningararbeiðið hjá Hannisi ger, at hann kemur í tvídrátt við løgregluna, og tað førir til samanbrestir við kanningarleiðaran Karlu Mohr (Maria Rich), tí avdúkingarnar hjá Hannisi standa ofta í andsøgn við tað, ið løgreglan heldur um málið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Morgunlestur hósdagur 20.februar 2025
186673
Mikudag 19. februar
Skratsj 19. februar 2025
188017
Mikudag 19. februar
RagnarRokk. Chris Harms um 1980
188003
Mikudag 19. februar
Góðan morgun Føroyar
187986
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825