Koronuraktar familjur í Klaksvík fáa spælipláss

Koronuraktar familjur í Klaksvík fáa spælipláss
Spæliplássið í Kráargøtu er nýtt og stórt
Nú ber til hjá familjum í Klaksvík, sum eru raktar av koronu, at brúka nýggja spæliplássið í Kráargøtu.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
20.01.2022 - 15:05

Í dag og til 1. februar bjóðar Klaksvíkar kommuna spæliplássið í Kráargøtu til familjur, har korona er. Talan er um eina royndarskipan.

Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, sigur, at sera nógv børn í kommununi eru og hava verið smittað við koronu. Nógv hava sitið inni í langa tíð, og hjá teimum hevur tað uttan iva verið ein avbjóðing.

- Vit hava øll tørv á frískari luft og sosialari samveru, men tað kann tykjast trupult í einari slíkari støðu. Tí hava vit valt at bjóða spæliplássið í Kráargøtu til tær familjur, har korona ger um seg.

Spæliplássið í Kráargøtu er nýtt og stórt.

Kommunan setur skelti upp, sum kunnar um, at spæliplássið í hesum tíðarskeiði er tøkt hjá teimum, ið hava fingið staðfest koronu, skrivar kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163