- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítil áhugi fyri Sjúkrarøktaretiska ráðnum
Lítil áhugi fyri Sjúkrarøktaretiska ráðnum
Fýra ráðslimir standa fyri vali, men bara tvey valevni eru
07.02.2025 - 08:29
Sjúkrarøktarfrøðingar hava ikki stóran áhuga fyri at vera í Sjúkrarøktaretiska ráðnum.
Har standa fýra ráðslimir fyri vali. Men bara tvey valevni eru.
Eva Mortensen Holm og Lilian Dam taka við afturvali.
Í viðtøkunum um Sjúkrarøktaretiska ráðið stendur, at í ráðnum eru í mesta lagi sjey limir.
Ráðið kann tí halda fram, hóast bara fimm ráðslimir eru, sigur felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Endamálið hjá Sjúkrarøktaretiska ráðnum er at varðveita og menna etiska støðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og lesandi, og vegleiða um etisk ivamál, sum limir og/ella nevnd felagsins leggja fyri ráðið.
Ráðið var stovnað í 1993.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV