- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir menn skuldsettir fyri eldáseting á Stykkinum
Tveir menn skuldsettir fyri eldáseting á Stykkinum
Málið er liðugt kannað og verður latið ákæruvaldinum í næstum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
19.01.2022 - 09:35
Kanningarnar um eldsbrunan á Stykkinum síðst í september í fjør eru lidnar, og heilt skjótt verður málið latið ákæruvaldinum.
Tveir menn í tjúgunum er skuldsettir fyri eldáseting.
Báðir játta at hava verið á staðnum og sett eld á. Men teir vilja ikki siga, hvør gjørdi hvat.
Eldur var í trimum húsum, tí nógvur vindur var tað kvøldið, eldur var í. Eingin fólkaskaði var.
Annar maðurin varð tikin alt fyri eitt og var í varðhaldi til 10.desember.
Hin maðurin var tikin seinni. Hann hevur ikki verið í varðhaldi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV