Kanna fugl fyri krím

Kanna fugl fyri krím
Serliga hønur eru í vanda, fáa tær fuglakrím
Birna Mørkøre er landsdjóralækni.
 
19.01.2022 - 12:20

Stutt fyri jól var greitt, at fuglakrím kann koma til Føroya við flytifugli.

Tá var staðfest, at fuglakrímið, sum var í skúgvi í Føroyum, var sama slag, sum er í umferð í Evropa.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer nú undir fleiri kanningar fyri at vita, um fuglakrím framvegis er í Føroyum.

Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur, at tey fara nú at savna inn fugl fyri at kanna, um smittan er í Føroyum.

Somu kanningar verða gjørdar aftur í vár, tá flytifuglur aftur leggur leiðina higar.

 

Smittar illa

Fuglakrímið, sum er funnið í Føroyum, smittar illa og kann vera sera sjúkuelvandi fyri fugl.

Eitt nú tola hønur ikki væl at fáa sjúkuna.

Millum 80 og 100 prosent av hønum doyggja, tá tær fáa fuglakrím.

Tað vil siga, at kemur smitta í ein høsnaflokk, gerst sannlíkt allur flokkurin sjúkur, og nógvar hønur kunnu doyggja.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer nú undir fleiri kanningar fyri at vita, um fuglakrím framvegis er í Føroyum.

 

Dunnur og gæs tola hinvegin fuglakrímið hampiliga væl.

Í Danmark var fuglakrím staðfest á einum kalkungarði á Lollandi herfyri.

Danska matvørustýrið drap fyrst í januar 60 túsund kalkunir fyri at steðga smittuni, tí eingin viðgerð er ímóti fuglakrími.

 

Skulu ansa eftir

Í Føroyum livir fuglur ikki í so stórum bólkum, og tí er avmarkað, hvørjir fíggjarligir vandar kunnu vera, um støðan verður meira álvarsom, sigur landsdjóralæknin.

Fyri nøkrum árum síðani var bann sett fyri at innflyta fugl til Føroya. Høvuðsorsøkin var at forða fyri, at fuglakrím kom higar.

Samstundis verður heitt á fólk um at ansa eftir.

Millum annað at halda heimafugl burtur frá villum fugli, so sjúkan ikki fær fastatøkur í Føroyum.

Og fólk verða eisini biðin um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.

Tað frábrigdið, sum er funnið í Føroyum, smittar lítið sannlíkt fólk. Tað vísa royndir úr okkara grannalondum, sigur landsdjóralæknin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd.
187771
Leygardag 15. februar
Morgunlestur leygardagur 15.februar 2025
186668
Fríggjadag 14. februar
Vikuskiftið 14 februar
187800
Fríggjadag 14. februar
Tú manst vita frá mongum at siga
187794
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616