Tað skal vera greiðari at kæra og viðgera spurningar um javnstøðu

Tað skal vera greiðari at kæra og viðgera spurningar um javnstøðu
Hóast javnstøðulógin er frá 1994, so er eingin kunngerð sum ásetur, hvussu Javnstøðunevndin eigur at viðgera kærur frá fólki, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn
Reglur um kæruviðgerð skulu nú gerast - 28 ár eftir, at lógin um javnstøðu varð samtykt
Mynd: Shutterstock.com  
 
17.01.2022 - 07:42

Sambært javnstøðulógini, sum er frá 1994, so skal landsstýrið áseta nærri reglur um kærumálsviðgerð hjá Javnstøðunevndini. 

Hesar reglur eru ongantíð gjørdar.

Men nú eru tær á gattini - 28 ár seinni. 

Eitt uppskot er gjørt um kunngerð, og tað er sent til hoyringar.

 

Í fastar karmar

Endamálið við kunngerðini er at leggja kæruviðgerðina hjá Javnstøðunevndini í fastar karmar, lætta um arbeiðið hjá Javnstøðunevndini og gera rættartrygdina hjá kærarum og kærdum betri, sigur Almannamálaráðið.

Javnstøðunevndin skal sum kærumyndugleiki vera óheft politiskt.

Tí heldur Almannamálaráðið, at málsviðgerðarreglur hjá nevndini eiga at vera í kunngerð og ikki í rundskrivi ella øðrum tænastuboðum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792