Skulu velja fólk fyri Brand og Anniku

Skulu velja fólk fyri Brand og Anniku
Tingfundur verður aftur týsdagin í næstu viku
Fólkaflokkurin skal velja nýtt fólk í nevndir, nú Brandur Sandoy og Annika Olsen ikki longur eru í tinginum.
 
17.01.2022 - 10:29


Fólkaflokkurin skal seta fólk í nakrar tómar nevndarsessir í løgtinginum, nú Annika Olsen og Brandur Sandoy eru farin úr løgtinginum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard, eru farin úr landsstýrinum í løgtingið.

Setur flokkurin fólk fyri fólk í nevndarsessirnar, skal bara ein fráboðan til frá valbólkinum hjá samgonguni og Sjálvstýri.

Er ætlanin at gera aðrar broytingar, skal løgtingið viðgera nevndarvalið. 

Annika Olsen og Brandur Sandoy vóru bæði í Uttanlandsnevndini.

Brandur Sandoy var eisini varalimur hjá Kristini Michelsen í Fíggjarnevndini.

Annika Olsen var eisini í Trivnaðarnevndini og varalimur í Útnorðurráðnum og í Mentanarnevndini. 

Næsti tingfundur verður týsdagin í næstu viku.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792