- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlar ikki at bróta lyftið um avgjøld
Ætlar ikki at bróta lyftið um avgjøld
Fólkaflokkurin fer ikki at hækka ella seta nýggj gjøld í verk, segði flokkurin undir valstríðnum, men nú verður boðað frá avgjaldshækkingum kortini

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum nú aftur er tinglimur hjá Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
14.01.2022 - 13:05
Fólkaflokkurin fer ikki undir nøkrum umstøðum at hækka, ella innføra nýggj gjøld. Heldur ikki avgjald á brennievni.
Soleiðis ljóðaði vallyftið frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu, tann 6. august í 2019.
Hóast tað, hevur samgongan lagt uppskot fram um at hækka avgjald á brennievni og at hækka vegskattin í sambandi við samferðslupakkan.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur seg tó ikki hava broytt meining um avgjøld á brennievni. Hon ætlar at gera sína ávirkan galdandi, tá málið kemur til viðgerðar.
Hoyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir her.
1502489
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV