- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fegnast um at Føroyabanki verður latin upp

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, fegnast um útmeldingina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum herfyri mælti til at lata meira upp fyri fiskiskapi á Føroya banka.
Hóast Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum var fámæltur - hann hevði bert sitið tríggjar dagar í sessinum - so tekur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, undir við ætlanini hjá nýggja landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um at lata meira upp fyri fiskiskapi á Føroyabanka.
Havstovan lhevur eisini dyrnar á gloppi. Hon mælir til at lata upp fyri avmarkaðum vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka. Mælt verður til, at høvuðsreiðskapurin á Bankanum framhaldandi verður lína, og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans.
Fyri at halda veiðitrýstinum á toski niðri, verður mælt til, at ávís øki á Føroyabanka verða friðað í gýtingartíðini hjá toski.
Hoyr samrøðu við Jan Højgaard í útvarpstíðindunum her.