Avlopskravið hjá Rúsuni hækkar upp í 18,5 mió. kr.

Avlopskravið hjá Rúsuni hækkar upp í 18,5 mió. kr.
Stjórin í Rúsdrekkasøluni mælir til at leggja avgjøld á vørurnar í staðin fyri at hækka avlopskravið, sum kann vera torført at halda
Rúsdrekkasølan skal hava meira í kassan, nú avlopskravið er hækkað upp í 18,5 mió. kr.
 
13.01.2022 - 10:05

Avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni verður ásett  á hvørjum ári, sama um nýtslan veksur ella minkar.

Eitt avlopskrav hevur verið álagt stovninum, síðani hann fór at virka í 1992. Endamálið við hesum var, at avlopið lutvíst skuldi nýtast at fíggja upplýsandi virksemi um skaðarnar av rúsdrekka og at viðgera rúsdrekkamisnýtslu.

Og nú hækkar avlopskravið 2,5 milliónir kr., úr 16 milliónum kr upp í 18,5 milliónir kr. 

Tað kann verða torført at røkka málinum, tí í ársfrágreiðingini hjá Rúsdrekkasøluni fyri 2020 sæst, at avlopið var bara góðar 300 túsund kr, eftir at avlopskravið, sum tá var 16 milliónir kr., var goldið.

Fleiri barometur

Rógvi Andrias Fossádal, stjóri í Rúsdrekkasølu landsins, vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið, men sigur í stuttari viðmerking, at  nógv barometur eru at skrúva uppá til tess at røkka nýggja kravinum.

Eitt nú sæst á keypsmynstrinum í landinum, at fólk ferðast minni og tí keypa meiri rúsdrekka í Føroyum, í staðin fyri tollfrítt. Hetta kann gera tað lættari hjá Rúsdrekkasøluni at røkka nýggja avlopskravinum.

Eitt annað barometur kundi verið at lækkað avsláttarupphæddina, sum gistingarhús og matstovur fáa. 

Avgjald heldur enn avlopskrav

Stjórin í Rúsdrekkasøluni hevur onga viðmerking, tá hann verður spurdur, um hækkaða avlopskravið fer at hækka prísin í Rúsdrekkasøluni.

Hann heldur bestu loysnina verða, at avgjald verður lagt á vørurnar, í staðin fyri fasta avlopskravið.

Tað samsvarar eisini við ársfrágreiðingina fyri 2020, har staðfest verður: "Rúsdrekkasølan hevur áhaldandi mælt politisku skipanini til at avtaka fasta avlopskravið og heldur leggja avgjøld á vørurnar, so avlopið fylgir nýtsluni. Fyrimunir við hesum eru, at raksturin av Rúsdrekkasøluni verður minni viðbrekin fyri teimum búskaparligu sveiggjum, ið við jøvnum millumbilum koma."

Eisini skrivar Rúsdrekkasøla í ársfrágreiðingini, at:

[..] "færri litrar av reinum alkoholi verða seldir, og tí er vorðið alsamt truplari hjá Rúsdrekkasøluni at halda avlopskravið. Ein greið andsøgn er í, at stovnurin skal virka fyri at tálma nýtsluni, men noyðist at selja meira fyri at halda kravið. Eisini kann tann margháttliga støða íkoma, at neyðugt er at biðja um eykajáttan frá sama myndugleika, sum skal hava avlopið, fyri at
halda avlopskravið". 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792