Veljarakanning: Fólkaflokkurin minkar niður í helvt

Veljarakanning: Fólkaflokkurin minkar niður í helvt
Var val nú, høvdu andstøðuflokkarnir fingið tvífalt so nógvar tingsessir sum samgonguflokkarnir
Fólkaflokkurin, sum í løtuni hevur átta tingsessir, hevði tódnað niður í helvt, var val nú, vísir nýggj veljarakanning.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.01.2022 - 10:25

Var val nú, hevði Fólkaflokkurin minkað niður í helvt, úr átta tingsessum niður í fýra tingsessir.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri In.fo.

Á løgtingsvalinum í 2019 fekk Fólkaflokkurin 24,5 prosent av atkvøðunum, men var val nú, hevði hann fingið 13,3 prosent, ella góð 11 prosent minni. Og tað hevði bara givið fýra tingsessir, vísir kanningin.

Sambandsflokkurin hevur eisini afturgongd. Á valinum í 2019 fekk Sambandsflokkurin 20,3 prosent, men var val nú, hevði hann fingið 16,3 prosent. Sambandsflokkurin hevði farið úr sjey niður í fimm tingsessir. 

 

Javnaðarflokkurin nógv størstur

Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin í kanningini. Hann hevði fingið góð 32 prosent av atkvøðunum, ella 10 prosentstig fleiri enn á løgtingsvalinum í 2019, og 11 tingsessir. Javnaðarflokkurin hevur í løtuni sjey sessir í tinginum.

Javnaðarflokkurin hevði fingið fýra tingsessir aftrat, vísir kanningin. Aksel V. Johannesen og Jørgen Niclasen í tinginum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Tjóðveldi hevur eisini framgongd í kanningini, og hevði fingið góð 20 prosent av atkvøðunum. Tjóðveldi hevði farið úr seks upp í sjey tingsessir.

Sjálvstýri hevði fingið 3,7 prosent, og hevði varðveitt sín tingsess.

 

Framsókn ein sess aftrat

Framsókn hevði fingið ein tingsess aftrat, og hevði farið úr tveimum upp í tríggjar sessir, vísir kanningin. Framsókn hevði fingið umleið 10 prosent av atkvøðunum, sum eru 5,3 prosentstig fleiri enn á seinasta løgtingsvali.

Miðflokkurin hevði havt eina lítla afturgongd, men hann hevði varðveitt baðar sínar tingsessir. 

Úrslitið av kanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri In.fo, vísir, at var val nú, høvdu andstøðuflokkarnir fingið tilsamans 22 tingsessir, ella tvífalt so nógvar sum samgonguflokkarnir. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792